Í samstarvi við UEFA, fer Fótbóltssamband Føroya í næstum undir eitt átak við tí endamáli at útbúgva fleiri kvinnur sum fótbóltsvenjarar - Útbúgvingin er ókeypis.
Í hesum sambandi sleppa kvinnur ókeypis á B-venjaraskeiðini, sum FSF bjóðar út í 2012. Tað vil siga, at feløgini skulu ikki lata luttøkugjald fyri kvinnuligu luttakararnar.
Eftir ætlan heldur skipanin fram næstu árini. Við hesum verður vónað, at tað innan trý ár eru fleiri kvinnur sum hava tikið B-prógv, og at nakrar eisini hava tikið A-prógv. Og ikki minst, at fleiri teirra eru virknar sum fótbóltsvenjar.
Fótbóltssamband Føroya skipar fyri fýra B1-venjaraskeiðum í januar og februar í 2012. Eitt av hesum B-skeiðum er serstakliga ætlað kvinnum. Men tað er ongin forðing fyri, at kvinnur velja at fara á eitt av hinum B1-skeiðunum. – Sí yvirlitið niðanfyri.
Seinni í februar verður B2, og í oktober/november verður B3. Seinasti parturin er B4, sum verður í mars-juni 2013.
B1-venjaraskeið
Fyrsta stigið er at taka B1-venjaraskeið. Skeiðið er eitt langt vikuskifti , 20 tímar – byrjar fríggjakvøld kl 18 og liðugt er sunnudag kl 16.
Eitt skeið er í Tórshavn 20.-22. januar, eitt annað í Leirvík 27.-29. Januar. Triðja skeiðið verður á Tvøroyri 27.-29. januar, og tað seinasta – hetta, sum serliga er ætlað kvinnum – verður í Tórshavn 3.-5. februar.
Niðanfyri er nærri lýsing av B1-venjaraskeiðinum og tilmeldingarlepi.
Vinarliga brúki tekningarlepan og skrivi neyðugu upplýsingarnar á. Sendi lepan til petur@football.fo ella á fax 319079. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 16. januar 2012.
Øll skeiðini eru treytað av nóg góðari undirtøku.
UM B1-venjaraskeiðið:
ENDAMÁL/INNIHALD
B1 er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, við eitt nú venjing av yngri børnum.
Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.
Tey, sum hava tikið B1-skeið, hava rætt til at luttaka á B2-skeiðinum, sum verður 10. - 12. & 17. - 19. februar 2012.
Evni, sum verða viðgjørd á B1-skeiðinum, eru m.a.:
- Fótbóltur, foreldur og felag
- Leikarin/barnið
- Venjing og dystur
- Venjarin/ungdómsleiðarin
- Fyrstahjálp og fótbóltsskaðar
- Etikkur og virðisgurndarlag
Eingin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Byrjað verður fríggjadag kl. 18:00, og skeiðið endar sunnudag uml. kl. 16:00.
UPPTØKUTREYTIR
Luttakarin skal vera 15 ár ella eldri. Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.
LUTTØKUGJALD
Kostnaðurin fyri skeiðið er 1.000 krónur. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar og kostarhald.
Tó er tað soleiðis, at kvinnuligu luttakararnir ikki rinda luttøkugjald.
TILMELDING
Áhugað eiga at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina víðari. Tó ber eisini til at útfylla tilmeldingarlepan niðanfyri og senda hann beinleiðis til FSF.
Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 16. januar 2012.
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, petur@football.foella tel. 29 19 77.
kelda; fsf















