Fyrsta uppgávan hjá nýggja føroyska landsliðsvenjarinum Lars Olsen, og hjálparvenjarinum Jóannes Jakobsen, eru nakrar venjingar í Gundadali komandi vikuskiftið. Venjarartoymið hevur sent boð eftir 34 leikararum, og 4 av teimum eru úr B68.
Tríggir av teimum hava tó kortini enn ongan dyst leikt fyri B68, og teir eru málverjin Hans Jørgensen, Einar Hansen og Jústinus R. Hansen. Fjórði leikarin er Jann Ingi Petersen, ið vónandi er við at koma innaftur í landsliðshitan, eftir drúgva skaðan hann hevði.
Herfrá ynskja vit teimum 4 tillukku við úttøkuni, og góða eydnu við venjingini.
Koyr á B68
Lars Olsen (Mynd: FSF)












