Leikarasáttmálarnir hjá B68 eru í lagi

Leikarasáttmálarnir hjá B68 eru í lagi.

Hósmorgunin í hesu vikuni, fingu allir leikararnir sum B68 hevur gjørt avtalu við, bræv frá FSF um, at teirra sáttmálar vóru annuleraðir orsaka av, at felagið ikki hevur latið neyðug skjøl til FSF viðvíkjandi sáttmálunum.

Frágreiðingin til hetta er, at FSF hevur umbiðið eitt skjal frá felagnum, sum inniheldur eitt samlað yvirlit yvir innihaldið av leikarasáttmálunum, sum felagið hevur latið til FSF til góðkenningar. Hetta skjal var latið inn fríggjamorgunin, so nú er alt pappírarbeiðið gjørt - eftir bókini hjá FSF - og viðurskiftini hesum viðvíkjandi eru tískil fingin í rættlag.

Fyri kappingarárið 2009 bleiv hetta sama skjalið inn til FSF 3. apríl í 2009, og tískil hildu vit í nevndini, at góð tíð varð til innlating av hesum skjali, men somu fatan hevur umsiting hjá FSF eftir øllum at døma ikki.

Vit halda at arbeiðsgongdin hjá FSF er sera óheppin í hesum føri. Tað hevði verið meira tænastuvinarligt av umsitingini hjá FSF, at mint felagið enn einaferð á hetta væntandi skjal, heldur enn at yvirreagera við at senda skriv til allar leikarar okkara.

Men, sum sagt, so eru hesi viðurskiftini fingin uppá pláss, og fyrireikingarnar til næsta ár halda fram sum ætlað.

Vinarliga

Nevdin í Tofta Ítróttarfelag.