
Leikskráin klár
Nú greitt hvussu leikast skal í Meistaradeildini í kappingarárinum 2012. Kappingin byrjar longu leygardagin 24. mars, og tað er tvær vikur fyrr enn vanligt. Hinvegin endar kappingin 6. oktober, ímum til 22. oktober í fjør.
Fyrsti dystur hjá B68 verður í Gundadali sunnudagin 25. Mars, har HB tekur ímóti, og seinasti dystur verður sum sagt leiktur 6. Oktober, har TB tekur ímóti í Trongisvági. Aftaná 15. leikumfar verður so summarsteðgur uppá góðar tríggjar vikur.
B68 hevur fingið tveir heimdystir ímóti ÍF, NSÍ, KÍ, og EB/Streymi, og tveir útidystir ímóti HB, Víkingi, FC Suðuroy, B36 og TB. Tað vil so samstundis siga, at B68 skal 4 ferðir í Gundadal og 4 ferðir til Suðuroyar.
Um leikskránna kann annars nevnast, at hon virkar heldur fløkjaslig. Frá 9. til 11. umfar, hevur B68 tríggjar heimadystir á rað, og eftirfylgjandi tríggjar útidystir á rað. Eisini kemur tað fyri seg, at B68 tríggjar ferðir hevur bæði tveir heimadystir á rað, og tveir útidystir á rað.
Hettar er samstundis 5. árið á hesum sinni, at B68 er í bestu deildini, og fyri 4. ferð endar B68 kappingarárið á útivølli. Fara vit longur aftur í tíðina, er hettar 7. ferð tey seinastu 8 kappingarárini, at B68 endar á útivølli í bestu deildini, og tað eigur ikki at verða rætt.
Dystirnir hjá B68 eru annars sum fylgjandi.
1. HB - B68
2. B68 - ÍF
3. VÍK - B68
4. B68 - NSÍ
5. FC S - B68
6. B36 - B68
7. B68 - KÍ (Bátastevnan á Toftum)
8. TB - B68
9. B68 - EB/S
10. B68 - VÍK
11. B68 - B36
12. KÍ - B68
13. ÍF - B68
14. NSÍ - B68
15. B68 - TB
Summarsteðgur
16. B68 - FC S
17. EB/S - B68
18. B68 - HB
19. B68 -
NSÍ
20. VÍK - B68
21. FC S - B68
22. B68 - KÍ
23. B36 - B68
24. HB - B68
25. B68 - ÍF
26. B68 - EB/S
27. TB - B68
Koyr á B68.











