Nina og Jacoba á U19

Føroyska U19 kvinnu landsliðið fyrireikar seg til tveir landsdystir ímóti Íslandi, ið verða leiktir 24. og 25. juli. Í tí sambandi venja tær fyrstu ferð í kvøld kl. 18 í Tórshavn.

Venjararnir Bjørn Krogh og Jacob Thomsen hava úttikið ein hóp uppá 18 leikarar, og har ímillum eru tvær úr B68/NSÍ. Nina Davidsen sum er málverji, og júst aftur komin úr USA, har hon seinasta árið hevur gingið í skúla, er úttikin saman við Jacobu Sevdal.

Nelly Poulsen sum er uppvaksin í B68, og sum nú leikar við Varde í Danmark er eisini úttikin til dystirnar, sum áður sagt verða leiktir 24. og 25. juli. Hvar dystirnir verða leiktir, duga vit tíverri ikki at svara uppá.

Koyr á B68

Mynd: football.fo