Oddur fekk 4 pentur.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki í dystinum ímillum B68 og EB/Streymur á Svangaskarði mánadagin, hendi eitt heldur ógvusligt óhapp. Oddur Højgaard hjá B68 og Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi lupu upp, at stúta bóltin, men raktu tíverri hvønn annan íðstaðin.

Báðir fóru bløðandi av vøllinum, har tað gekk verri útyvir Arnbjørn, ið var sendur á Skaðastovuna við sjúkrabili. Sum vit skilja á lagnum hevur hann tíbetur einki brotið. Týsdagin var so Oddur eisini á skaðastovuni, har skallin var seymaður saman aftur við 4 pentum.

Oddur Højgaard verður tí helst klárur aftur, tá B68 sunnudagin vitjar HB í Gundadali. Herfrá skula vit ynskja teimum báðum góðan betring.

Koyr á B68.