Old Boys á odda í teirra bólki.
Old Boys hjá B68 eru í bólki 3, har mótstøðuliðni eru NSÍ, HB B, ÍF, KÍ og SÍ. Leygardagin var 2. umfar á skránni, har leikt var í Fuglafirði.
B68 vann báðar dystirnar sannførandi, og hini úrslitini lagaðu seg soleiðis, at B68 hevur lagt seg á odda í bólkinum.
Í fyrra dystinum leikti B68 ímóti SÍ, og B68 vann dystin 2-0. Ingolf Petersen skoraði bæði málini.
Í seinna dystinum var mótstøðuliði ÍF, og her var rætt og slætt klassamunur. B68 vann dystin 4-0, har Aksel Højgaard og Ingolf Petersen skoraðu 2 mál í part.
Triða og næst seinasta umfar í innleiðandi kappingini verður leikt 14. august, og tá skal B68 leika ímóti HB B, NSÍ og KÍ.
Støðan er tann at B68 hevur 12 stig, NSÍ 10, HB B og KÍ hava 9 stig hvør, SÍ hevur 4 og ÍF hevur einki stig fingið enn.
B68
Olaf Magnussen - Edmund Jacobsen, Heri Jacobsen, Eyðfinn Olsen - Jákup Djurhuus, Tomek Pryzbylski, Dávur R. Hansen - Ingolf Petersen, Aksel Højgaard.
Savnsmynd











