Piltar A kappaðust á Svangaskarði
Leygardagin var Piltakapping á Svangaskarði, har mótstøðuliðini hjá B68 a vóru ÍF a og KÍ b. HB b er eisini í sama bólki, men teir møttu ikki upp. Piltar b hjá B68 skuldi leika á Sandi, men teir fingu ikki manna lið, og tí leiktu teir eisini við B68 A.
Fyrri dysturin hjá B68 var ímóti ÍF, og her vóru fuglfirðingar teir stinnaru og vunnu dystin 3-1. Málið hjá B68 skoraði Bergur Johannesen.
Seinni dysturin hjá B68 var ímóti KÍ, og hettar var ein javnur, undirhaldandi og málríkur dystur, har úrslitið gjørdit 5-5. Bergur Johannesen gjørdi bart og skoraði 4 mál, meðan Rúni S. Jensen skoraði 1 mál.
B68
Petur í Túni Petersen, Andri Benjaminsen, Bergur Johannesen, Rúni S. Jensen, Jákup Hansen, Beinir Langgaard, Rúni Skarðhamar, Heri Danielsen, Andreas Zacchau, Niklas R. Højgaard, Súni Joensen og Ari Hansen.
Koyr á B68












