Piltar A kappaðust í Klaksvík

Leygardagin vóru smápiltar a hjá B68 í Klaksvík til fótbóltskapping, har KÍ b og ÍF a vóru mótstøðulið. HB b eru eisini í sama bólki, men teir møttu ikki upp.

Fyrri dysturin hjá B68 var ímóti ÍF a, og hendan dystin vann B68 4-2. Andrias Edmundsson og Bergur Johannesen skoraðu málini hjá B68, tvey í part.

Seinni dystinurin hjá B68 var ímóti KÍ b og B68 vann hendan dystin 2-0. Aftur vóru Andrias Edmundsson og Bergur Johannesen, ið skoraðu málini hjá B68, eitt í part.

Koyr á B68

B68

Petur í Túni Petersen - Marius Johannessen, Beinir Langgaard - Rúni S. Jensen, Andri Benjaminsen - Andrias Edmundsson, Bergur Johannesen.

Savnsmynd