Pól Jóhannus á A landsliðið

Komandi landsdystirnir hjá Føroyum, verða leiktir 3. og 7. September, tá Serbia á heimavølli og Italia á útvølli eru skránni. Í millum teir leikararnar sum landsliðsvenjarin Brian Kerr hevur tikið út, er Pól Jóhannus Justinussen úr B68.

Umframt at hava verið ein profilur á B68 liðnum, hevur Pól Jóhannus eisini verið ein profilur á føroyska U21 landsliðnum, og tað er eisini nakað sum Brian Kerr hevur lagt til merkis. Tá Føroyar fyrr í ár leikti 0-0 ímóti Luksinborg, var Pól Jóhannus eisini við í hópinum, men kom kortini ikki á vøllin tað ferðin.

Herfrá ynskja vit honum tillukku og góða eydnu.