Ringt at vinna tá man ikki skorar uppá upplagdar møguleikar.

B68 - FC Suðuroy 1-1 (0-0)
82. 1-0 Ndende Adama Gueye
83. 1-1 Obi Charles

Tað vóru nakrir vónbrotnir B68 leikarar, ið gingu tungu leiðina niðan í B68 húsið, tá Petur Reinert bríkslaði fyri seinastu ferð. B68 var leikliga omaná og høvdu eisini møguleikar nokk, at vinna dystin, men tóku ikki av. Tað vóru annars frálík fótbóltslíkindir á Svangaskarði, har sólin skein, nakað av vindi, men tað órógvaði kortini ikki. Tó vóru tað ikki tað heilt stóra av áskoðarum til dystin.

Frá seinasta dysti vóru tvær broytingar á B68 liðnum; Jóhan Dávur Højgaard var ikki við vegna skaða, og í hansara stað leikti Oddur Højgaard. Jónleif Højgaard var eisini við frá byrjan fyri Jóhan Petur Poulsen, ið var gliðin út á bonkin. Fyrstu løtuna leikaði javnt á, har FC Suðuroy kanska hevði ein lítlan mun, men so við og við setti B68 seg meiri á dystin, men ikki teir heilt stóru møguleikarnir.

B68 spældi seg nógv ígjøgnum síðirnar, har man royndi at senda kvika Jonleif avstað. Jonleif var eisini spældur fríur tvær ferðir í fyrra hálvleiki, men báðu ferðina var FC Suðuroy málverjin í vegin. Serstakliga tað seinnu ferðina, var møguleikin stórur, tá Øssur við einari góðari avlevring spældi hann frían. FC Suðuroy spældu bóltin nógv fram eftir miðvøllinum mitt fyri, og royndu seg so við langum sendingum fram til Obi Charles, men teir stóðu væl í B68 verjuni.

Eftir at B68 høvdu verði omaná ein stóran part av fyrra hálvleiki, komu FC Suðuroy væl við ímóti endanum, og komu eisini fram til tveir góðar møguleikar. Tað fyrru ferðina fingu teir horna og eftir trunkaspæl fekk B68 verjan bóltin burtur. Tað seinnu ferðina vóru teir í álop í vinstru síðu, sendu innfyri har Obi Charles úr 10 metrum smekkaði til fyrstu ferð, men rakti beint á Vlada. Tað var eisini á góðari leið, at støðan var 0-0 í hálvleikinum.

Niklas Joensen kom ikki út aftur til seinna hálvleik, og innfyri hann kom Jóhan Petur Poulsen. FC Suðuroy fingu ein góðan møguleika beinavegin, tá eitt fríspark var sent fram í B68 brotsteigin, men eitt B68 bein var í vegin, tá teir royndu seg við skotið. Eftir hettar setti B68 ferðina upp og tóku fullkomiliga yvir, har Keita eisini var skiftur inn, og FC Suðurouy tóku seg aftur og royndu seg fyri tað nógva uppá kontra.

Hesa løtuna komu B68 eisini fram til fleiri góðar royndir, har Øssur Hansen fyrst rakti á vinstru stong, og síðani á høgru stong. Keita fekk eisini ein stóran møguleika, men ein Suðuroyingur fekk tveitt seg niður, og beint bóltin burtur á málstrikuni. Tá B68 ikki megnar, at skora uppá teir stóru møguleikarnar, kundi tað líka so gott enda við, at FC Suðuroy fekk mál uppá kontra, tá Dan Djurhuus gjørdist leysur, men Vlada vardi fyri.

Tá 8 minuttir vóru eftir gav trýstið hjá B68 endiliga úrslit: Jóhan Petur legði innfyri úr vinstru síðu, og eftir trunkaspæl fekk Ndende smekkaði bóltin í mál til 1-0 til B68, og stór frøði á bæði leikararum og áskoðararum. Men gleðin var stokkut, tí FC Suðuroy høvdu ikki meiri enn givið bóltin upp aftur, tá teir fingu fríspark, beint uttanfyri brotsteign - Eitt fríspark sum B68 leikararnir vóru sera ónøgdir við. Men bólturin var sendur inn í B68 brotsteigin og eftir trunkaspæl endaði bólturin í B68 málinum, har Obi Charles var noteraður fyri málið.

Eftir hetta royndu bæði liðini, at vinna dystin, men tað endaði við javnleiki 1-1. Tað einasta jaliga við javnleikinum hjá B68 í dag er, at vit tóku okkum 1 stig afturat frá niðurflytingastrikuni. Tað er eisini sum yvirskriftin sigur, ringt at vinna tá man ikki skorar uppá upplagdar møguleikar. Fríggjakvøldi er seinasti dysturin áðrenn summarsteðgin á skránni, tá Vikingur tekur ímóti í Norðragøtu. Síðani kunnu leikararnir fáa eina tiltrongda feriu, at plaga skaðar í, og løða upp aftur til seinnu hálvu.

Koyr á B68

Vlada Filipovc - Poul N. Poulsen, Oddur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen - Niklas Joensen (Jóhan Petur Poulsen 46.), Eli Simonsen, Ndende Adama Gueye, Remi Langgaard (André Olsen 72.) - Óli Olsen, Jonleif Højgaard (Ahmed Keita 55.)