«2010»Í dag«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Please set active poll

Eldri kanningar

Sær svart út hjá 1. Deild

B68 - FC Hoyvík 0-2 (0-1)
18. 0-1 Jørgen Meitilberg
87. 0-2 Tummas Hans Rubeksen

Leygardagin hevði B68 vitjan av hinum liðnum, ið eisini liggur undir strikuni, nevniliga FC Hoyvík. FC Hoyvík sum hevur Rúna Nolsøe til venjara, hevur heldur ikki fingið tað bestu byrjan uppá kappingina, og áðrenn hendan dystinum høvdu teir 8 stig.

Kristian Anton Andreassen var við á 1. deildarliðnum, og tað var hann eisini fyri einari viku síðani. Nú er tað ein tíð síðani, at Kristian Anton breyt hondina, men er við at koma fyri seg aftur, og tí leikar hann við 1. deild til summarsteðgin, so at hann samstundis kann halda seg í form.

Dysturin ímóti FC Hoyvík var javnur, kortini var tað FC Hoyvík, ið hevði munin í fyrra hálvleiki. Tá 18 minuttir vóru leiktir fekk FC Hoyvík brotsspark, og tað skoraði Jørgen Meitilberg uppá. Stutt fyri hálvleik fingu teir aftur brotsspark, men hesaferð hevði Petur Meinhard lúrt hann av og bjargaði meistaraliga.

Í seinna hálvleiki var B68 væl við, og komu eisini fram til fleiri góðar møguleikar, ið eisini eiga at geva mál, men ringt er at fáa nakað burturúr, tá man ikki skorar. Tá ið so 3 minuttir vóru eftir at leika, skorar Tummas Hans Rubeksen til 2-0 eftir eitt skjótt mótálop.

B68 hevur enn bara 2 stig á aftasta plássi, meðan FC Hoyvík á næstaftasta plássi hevur 11 stig. Fyrsta liðið omanfyri strikuna er AB við 13 stigum, og 11 stig er nógv at hála inn, tá man bara hevur fingið 2 stig.

B68

Petur Meinhard Magnussen - Arthur Højgaard, Aron Højgaard, Jóhan Petur Petersen, Høgni Petersen - Gestur Lómstein, Bjarki Johannesen, Bogi Petersen, Búi í Hjøllum - Uni Djurhuus, Kristian Anton Andreassen.

Høgni Hansen, Trúgvi Kjeld og Fróði Johannesen vóru allir skiftir inn í seinna hálvleiki, meðan unglingamálverjin Ragnar Lindolm var eyka málverji.

Koyr á B68

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.