Smádreingirnir klárir til meistarabólkin.

Tað hevur gingið avbera gott hjá smádreingunum hjá B68, ið vunnu Økisbólkin sannførandi, har teir í 6 dystum skoraði 51 mál. Nú eru teir so klárir til Meistarabólkin, har mótstøðan sjálvandi verður nógv harðari.

Í meistarabólkinum er 6 lið; NSÍ, HB, KÍ, B36, B68 og B71 sum flutti upp úr økisbólkinum saman við B68. Kappingin byrjar longu leygardagin, og tað skal B68 til Klaksvíkar, at leika ímóti KÍ. Dysturin byrjar kl. 11.

B68 hevur longu leikt ímóti trimum av hesum liðunum. Í økisbólkinum vann B68 9-3 á B71 á Svangaskarði, og í steypakappingini leikti B68 bæði ímóti B36 og HB í Gundadali. Ímóti B36 vann B68 2-1, men ímóti HB í hálvfinaluni tapti B68 2-5, men tað kortini ikki tann stóri munur á liðunum, har B68 var á odda í hálvleikiunum. Í steypafinaluni vann HB 4-1 á NSÍ.

Hettar er annars triðu ferð, at árgangur 96 og 97 eru samlaðir. Fyrstu ferð var í 2006, og tá gjørdust teir føroyameistarar í smápiltadeildini, sum tað fyrsta og einasta dreingaliðið hjá B68 nakarantíð. Í 2008 vunnu teir so bronsu í piltadeildini.

Dystirnir hjá B68

19.06 KÍ - B68
27.06 B68 - B36
14.08 HB - B68
21.08 B71 - B68
28.08 B68 - NSÍ

04.09 B68 - KÍ
18.09 B68 - HB
25.09 B36 - B68
03.10 B68 - B71
10.10 NSÍ - B68

Koyr á B68