Smádreingirnir vóru vónbrotnir
Leygardagin í farnu viku, var 2. umfar á skránni í meistarabólkinum í smádreingjadeildini. B68 var á vitjan í Gundadali, har steypavinnararnir HB tóku ímóti. Í 1. umfari sum var leikt í juni, leikti B68 javnt 4-4 ímóti KÍ í Klaksvík, har B68 faktiskt var á odda 4-1.
Aftur til dystin ímóti HB, so manglaði B68 tríggjar profilar, ið ikki vóru komnir aftur úr feriu, har tveir av teimum vóru verjuleikarar. Men B68 setti seg á dystin beinavegin, har teir eisini spældu væl, og komu eisini fram til tríggjar upplagdar møguleikar, men megnaðu ikki, at fáa bóltin í málið.
Ístaðin var tað HB, ið tók yvir og tá farið var til hálvleiks, var støðan 3-1 til HB, har Ari Johannesen hevði skorað málið hjá B68. Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrri, har B68 domineraði, men fingu bara ikki mál, og tá HB skoraði tvey afturat, endaði tað við einum 5-1 sigri til HB.
Leikararnir hjá B68 vóru ógvuliga vónbrotnir eftir dystin, tí teir høvdu møguleikar, at fáa okkurt burturúr, men tóku ikki av. Eisini var tað tíðiligt at síggja, at leikarar manglaðu, og serliga í verjuni. Annars hevur B68 júst havt tríggjar leikarar á U15, og teir hava allir tríggir tikið seg nógv fram, og leiktu sera gott á B68 liðnum.
NSÍ er á odda við 10 stigum, KÍ hevur 8, HB 6, B71 3, B68 2 og B36 hevur enn einki stig fingið. B68 og B36 hava leikt tveir dystir, meðan hini liðini hava leikt tríggjar. Komandi dystur hjá B68 verður leygardagin, tá B71 tekur ímóti á Sandi. Skal B68 hava møguleika, at fáa heiðursmerki burturúr kappingini, er ein sigur eitt krav.
Koyr á B68.











