Piltar A í kapping á Svangaskarði
Piltar A hjá B68 eru byrjaðir uppá nýggja kapping, har mótstøðuliðini í teirra bólki eru, HB A, TB A og FC Suðuroy. 1. umfar var leikt Svangaskarði leygardagin, og úrslitini vóru hesi.
Í fyrsta dystinum leikti B68 ímóti FC Suðuroy, og tað gjørdist eisini ein javnur og spennandi dystur, ið enadaði við javnleiki 1-1. Málið hjá B68 skoraði Bergur Johannesen. Í hinum dystinum vann HB A 7-2 ímóti TB A.
Í øðrum dystinum leikti B68 ímóti HB A, og her vóru HB'ararnir nakað sterkari enn okkara dreingir og vunnu dystin 4-0. Í hinum dystinum leiktu suðuroyarliðini javnleik 3-3.
Í triða og seinasta dystinum leikti B68 ímóti TB, og líka sum í dystinum ímóti FC Suðuroy, gjørdist hesin eisini javnur og spennandi. Men hesaferð var B68 omaná og vann dystin 4-3. Bergur Johannesen skoraði 3 mál, meðan Andrias Edmundsson skoraði 1 mál.
Komandi leygardag, hittast liðini aftur, og tá gongur leiðin suður til Vágs, og tað eru dreingirnir sera spentir uppá. Piltar B leiktu eisini á Svangaskarði leygardagin, og tey úrslitini við myndum koma á síðan ímorgin.
B68
Petur í Túni Petersen - Marius Johannesen, Jákup Hansen - Rúni Smith Jensen, Andri Benjaminsen - Andrias Edmundsson, Bergur Johannesen.




















