Smápiltar B kappaðust á Sandi

Leygardagin vóru smápiltar b hjá B68 á Sandi til fótbóltskapping, har B71 a, NSÍ c og HB f vóru mótstøðulið.

Fyrsti dysturin var ímóti B71 og hendan dystin van B68 greitt 6-1. Bárður Ó. Jensen skoraði 3 mál, meðan Poli L. Hansen, Karstin Clementsen og Aleksandur Ó. Jensen skoraði eitt mál í part.

Annar dysturin var ímóti NSÍ og hettar gjørdist ein sera tættur og málríkur dystur, har endaliga úrslitið gjørdist 3-3. Bárður Ó. Jensen, Karstin Clementsen og Poli L. Hansen skoraðu allir eitt mál í part.

Triði og seinasti dysturin var ímóti HB, og hesin dysturin var eisini tættur og málríkur, har úrslitið gjørdist 5-5. Bárður Ó. Jensen hevði ein góðan dag á Sandi, og skoraði 4 mál í hesum dysti, meðan Poli L. Hansen skoraði tað fimta máli.

Koyr á B68.

B68

Meini Mikkelsen - Aleksandur Ó. Jensen, Matteus H. De Franca, Jákup R. Højgaard - Hanus Jacobsen, Jákup Danielsen, Karstin Clementsen - Poli L. Hansen, Bárður Ó. Jensen, Dánjal K. Olsen.