
Smápiltar a og b.
B68 hevur 2 lið í smápilta-deildini í ár. A liðið er í bólki d saman við NSÍ b, KÍ a og Skála b, og fyrsta umfar í kappingini hjá teimum, var leikt leygardagin í Klaksvík.
Úrslitini hjá B68 a vóru hesi.
Kí a - B68 a 5-0
B68 - Skála 3-1, Í hesum dystinum skoraði Andri Benjaminsen 2 mál og Beinir Langgaard 1 mál.
B68 a - NSÍ b 1-7, málið hjá B68 skoraði Rúni Skarðhamar.
Teir sum leiktu við B68 a vóru hesir:
Petur Petersen - Beinir Langgaard, Bergur Johannesen - Rúni Skarðhamar, Andri Benjaminsen, Rúni S. Jensen - Ari Hansen, Ádni Gaardbo - Heri Danielsen, Marius Johannesen.
B68 b leikti í Fuglafirði har mótstøðulini í bólki e vóru NSÍ a, ÍF a og Víkingur b.
Teir sum leika við B68 b ganga allir í 1. flokki, meðan teir sum leika við NSÍ a og Víkingi b, ganga í 3. flokki og tað sást eisini aftur á úrslitunun, men ímóti ÍF a gekk nógv betri.
Úrsltini hjá B68 b vóru hesi.
B68 b - NSÍ a 0-13
Víkingur b - B68 b 11-0
ÍF a - B68 b 3-3, Andrias skoraði øll 3 málini.
Teir sum leiktu við B68 b vóru hesir:
Rani, Dávur, Andrias, Kristian, Petur H, Dan, Arnhold, Magni, Høgni.
Heimasíðan hjá B68, vil heita á øll foreldur um enduliga at senda myndir frá dystunum til heimasíðu-vertin kevh@post.olivant.fo , so vit kunnu vísa tær á síðuni.
B68 - Svangaskarð - Eitt stað fyri barn títt, at trívast og mennast.
Myndirnar eru frá dystunum hjá B68 a, í kappingini sum var í Klaksvík, trýst á myndirnar fyri at síggja tær stórar.











