So súrt sum tað kann verða

B68 - HB 2-2 (2-1)
09. 1-0 Øssur Hansen (br.)
32. 2-0 Ahmed Keita
34. 2-1 Hanus Thorleifsson
90. 2-2 Andrew av Fløtum

Tað vóru nakrir sera vónbrotnir B68 leikarar, ið gingu tungu leiðina níðan í B68 húsið, tá dómarin Petur Reinert hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Eftir at B68 hevði verið á odda megin partin av dystinum, megnaði HB at fáa javnleik, tá bara nøkur fá sekund vóru eftir at leika. Tað vóru annars frálík líkindir til fótbólt á Svangaskarði, men heldur lítið av áskoðarum.

Venjarin hjá B68 valdi at gera fýra broytingar frá seinasta dysti; Oddur, Eli, Dánjal Pauli og Niklas byrjaðu allir inni, Kristian Anton, André og Camara sótu á bonkinum, meðan Ndende var leikabannaður. Hjá HB var Símun Samulsen somuleiðis leikbannaður, meðan Kári Nielsen var skaddur.

Fyrri hálvleikur var sera undirhalandi, har bæði liðini stríddust væl og til tíðir vístu tey eisini gott fótbóltsspæl. Tað var HB, ið byrjaði dystin best við at seta B68 undir eitt støðugt trýst, og hóast teir eisini komu fram til nakrar naskar royndir, fingu teir tó einki mál. Tá 9 minuttir vóru leiktir, steðgar - ein í dag væl leikandi - Jóhan Petur einum HB álopi, har hann sendur bóltin fram til Øssur, og komin fram í HB brotsteigin verður hann feldur, og fær brotsspark. Øssur tekur tað sjálvur og skorar til 1-0 til B68.

Eftir hettar leikaði javnt á, og bæði liðini komu eisini fram til fleiri góðar møguleikar, og tá 32 minuttir vóru leiktir kom mál aftur. Eli vinnur bóltin langt frammi á HB hálvuni, spælir fram í HB brotsteigin, har Keita vinnur nærdyst við ikki færri enn 4 HB'arar og smekkar bóltin upp í málhorni til 2-0 til B68 - Eitt sera flott mál. Men B68 leikararnir høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, og stutt seinni var bólturin sendur fram í høgru síðu til Fróða Benjaminsen, ið legði innfyri, har Hanus Thorleifsson prikaði bóltin í málið til 2-1.

Hóast bæði liðini høvdu møguleikar til fleiri mál fram til hálvleiks, kom einki mál afturat. Seinni hálvleiki var langt frá líka undirhaldandi sum tann fyrri, og tað var eisini langt ímillum tað, sum man kann kalla fyri veruligar møguleikar. HB royndi at trýsta, men B68 verjan og málverjin stóðu væl, og onkra góða bjarging sóu vit eisini frá einum væl-leikandi Vlada í B68 málinum í dag.

B68 hevði eisini nakar góðar møguleikar, og tað var serliga uppá kontra, men heldur einki mál. Tá 10 minutti vóru eftir at leika, fekk B68 fríspark beint uttanfyri HB brotsteigin, har Eli var settur at skjóta, men tíverri rakti hann á yvirliggjaran.

Seinasta løtan av dystinum, gjørdist eitt langt trýst á B68 málið, har B68 leikararnir ikki megnaðu at fáa bóltin og burtur. Aftaná fríspørk og hornaspørk endaði tað við, at dómarin bríkslaði fyri brotsspark til HB, har hann metti, at Eli feldi Andrew av Fløtum. B68 leikararnir vóru í øðini, tí teir mettu, at Andrew kastaði seg. Andrew tók sær sjálvur av brotssparkinum og skoraði til javnleik 2-2, og meir hendi ikki í dystinum.

Hóast tað var sera súrt, at missa sigurin í evstu løtu, var tað kortini á góðari leið, at liðini fingu eitt stig í part. Man kann sjálvandi altíð finnast at dómarinum, men har vóru eisini støður sum gjørdu tað, at vit ikki megna, at vinna dystin. Tá vit koma á odda 2-0 eiga vit at lukka av og ikki lata teir koma innaftur í dystin beinavegin, og til síðst mistu vit eisini for nógvar bóltar, og gjørdu eisini okkurt óneyðugt fríspark, ið gav HB alt trýstið til endans.

Men stórt rós til leikarar og venjarar fyri innsatsin í dag, og samanber man dystin við seinasta dyst, vóru vit í dag nógv sterkari á miðvøllinum, har Remi var framúr góður. Longu leygardagin skal B68 aftur í eldin, tá oddaliðið NSÍ kemur á vitjan.

Koyr á B68

B68

Vlada Filipovic - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Niklas Joensen - Dánjal Pauli Højgaard (Ibrahima Camara 80.), Eli Simonsen, Remi Langgaard, Øssur Hansen (Kristian Anton Andreassen) - Oddur Højgaard, Ahmed Keita.