Søtur sigur á Argjum

AB - B68 1-2 (1-2)
02. 1-0 Jákup Dam
05. 1-1 Kristina Anton Andreassen
34. 1-2 Ahmed Keita

Hýrurin var sera góður á bæði B68 leikararum og viðhaldsfólki, tá Dagfinn Olsen bríkslaði fyri seinastu ferð á Argjum og fyrsti sigurin á útvølli var komin til høldar. Tað var annars ein sokallaður 6 stigs dystur, tí B68 var undan dystinum 5 stig framman fyri AB. Fótbóltslíkindi vóru ikki so galin, nakað av vindi var, men tað darvaði ikki tað stóra, og nú er eisini eitt skýli á Argjum. Eisini var nakað av fólki til dystin.

Hjá B68 var Petur Meinhard aftur at síggja í málinum, meðan Dánjal Pauli framvegis er skaddur. AB hinvegin nakrar verjuleikarar uttanfyri við antin skaða ella leikbanni. Dysturin var ikki meir enn bríkslaður í gongd, tá sera kviki Jákup Dam legði AB á odda. Jákup var sendur avstað, har hann rann B68 verjuna av, og skoraði trygt til 1-0. B68 leikararnir fullu tó ikki í fátt, og lítla løtu seinni fekk Kristian Anton fatur á bóltinum, og staddur beint uttanfyri AB Brotstegin smekkaði hann bóltin upp í málhorni til 1-1, eitt sera, sera vakurt mál.

Við sera góðum spæli, setti B68 seg fullkomiliga á dystin, har man serliga spældi seg ígjøgnum í vistru síðu, har Øssur, Pól Jóhannus og Keita vóru sera eyðsýntir. Hóast B68 kom fram til fleiri møguleikar gekk tað tíverri illa, at fáa bóltin í málið, og tað nærmasta var ein stútari á stongina. Tá hálvur tími var leiktur komu argjamenn betri við í dystin, og kom eisni fram til nakrar naskar royndir, men B68 verjan og málverjin stóðu væl.

Eftir at AB hevði trýst eina løtu, fór B68 í eitt skjótt mótálop, har eitt innkast spurdist burtur úr. Tað var tikið skjótt til Kristian Anton sum sendi innfyri, har Keita tók bóltin niður, og við rygginum ímóti málinum, snaraði hann sær á og smekkaði til, og via ein AB leikara sat í málinum. Eitt sera vakurt mál, ið líkist málinum hann skoraði ímóti NSÍ á Svangaskarði í fjør. Tað ið var eftir av fyrra hálvleiki sat B68 á tí nógva, men einki mál kom afturat.

Seinni hálvleiki var ikki meir enn byrjaður, tá Jóhan Petur var spældur fríur, men hann fekk ikki veruligt skot á, og málverjin bjargaði. AB leikararnir roynda at trýsta, men teir gjørdust sum so, ongantíð veruliga vandamiklir. B68 hinvegin satsaði fyri tað nógva uppá mótálop, men har kom sera lítið burturúr teimum. Soleiðis var eisini leikgongdin í seinna hálvleiki, har AB lítið og einki skapti.

Tað var kortini vandamikið viðhvørt, tá deyðbóltar vóru á skránni hjá AB. Tað einu ferðina royndi Jákup Dam seg við skoti úr 18 metrum, men Petur Meinhard stór bjargaði. Eina aðru ferðina var eitt sindur av trunkaspælið í B68 brotsteiginum, og tá kom túrurin til AB, at raka á stongina.

Alt í alt ein góður og fult uppiborin sigur til B68, ið nú liggja í einum slags ongamannalandi, men tað er so fragari enn, at liggja og berjast fyri at sleppa undan niðurflyting. Komandi dystur hjá B68 verður mánadagin 16. August, tá EB/Streymur vitjar á Svangaskarði, og tá verður Camara helst klárur.

Koyr á B68.

Petur Meinhard Magnussen - Poul N. Poulsen (Jonleif Højgaard 64.), Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Øssur Hansen - Niklas Joensen (Jóhan Petur Poulsen 32.), Ndende Adama Gueye, Remi Langgaard (Eli Simonsen 76.), Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreassen, Ahmed Keita.