Steypakappingin hjá Gentum 12-14 ár.
Hósdagin leiktu Gentur 12-14 ár hjá B68 á Svangaskarði ímóti B71, í steypakappingini. B68 vann dystin 5-2, eftir at støðan í hálvleikinum var 3-0 til B68. Málini hjá B68 gjørdu Sirið I. Højgaard 2, Julia Clementsen og Rakul Mikkelsen skoraðu hvør sítt mál, meðan tað síðsta var sjálvmál frá B71.
Síðani leikti B68 fjórðingsfinalu ímóti HB, men tað gekk ikki so væl, tí HB vann 4-1, eftir at Julia Clementsen annars hevði lagt B68 á odda 1-0. Tað vil so siga at B68 er úti av steypakappingini.
B68
Hallbjørg Túgvustein, Rakul Mikkelsen, Sirið I. Højgaard, Aloma Carlsen, Julia Clementsen, Anna Simonsen, Vónbjørt Johannsen, Judith Johannesen, Sandra Gerðisá, Solveig Mohr Jacobsen.
Venjarar: Vlada Filipovic og Hjørdis Nesá.
Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri.











