Stóðu seg væl í Skotlandi

Í farnu viku, var føroyska U15 landsliðið við í Aberdeen International Football Festival, har tríggir B68'arar vóru við í Føroyska hópinum. Hákun Edmundsson, Johannus Hansen og Esmar Clementsen leiktu allir tríggir ein góða kapping fyri føroyska U15 landsliðið.

Fyrsti dysturin var ímóti Dundee, og Føroyar vunnu dystin 2-0. Hákun og Johannus byrjaði báðir inni, har Hákun leikti allan dystin, meðan Johannus var útskiftur í seinna hálvleiki. Esmar kom ikki á vøllin í hesum dystinum.

Annar dysturin var ímóti norska liðnum Tasta IL, og her vunnu Føroyar heili 10-0. Hákun og Esmar byrjaðu inni, har Hákun leikti allan dystin meðan Esmar sum skoraði 2 mál, var skiftur út í seinna hálvleiki. Johannus kom á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki, og hann skoraði eisini 1 mál.

Sama dag leiktu teir ein vinardyst ímóti Falkirk, og Føroyar vunnu dystin 1-0. Johannus leikti fyrra hálvleik, og Esmar leikti seinna, meðan Hákun kom ikki á vøllin í hesum dystinum.

Triði dysturin í kappingini var ímóti Birmingham, og her vísti tað seg, at Birmingham vóru heldur sterkir og vunnu dystin 2-0. Hákun leikti allan dystin, meðan Johannus og Esmar komu á vøllin í seinna hálvleiki.

Fjórði og seinasti dysturin í bólkinum var ímóti Albion FC, sum undan dystinum høvdu fult stigartal, har teir m.a. høvdu vunnið á Birmingham. Hóast Albion FC vóru stórfavorittar, eydnaðist tað tó Føroyum, at vinna dystin 2-1, eftir at Albion var á 1-0 í hálvleikinum. Í hesum dystinum byrjaðu allir B68'ararnir inni, har Hákun og Johannus leiktu allan dystin, meðan Esmar var skiftur út, seint í seinna hálvleiki. Málið til 1-1 skoraði Johannus eftir, at hann var spældur fríur og álitið sveik ikki.

Føroyar skuldu tí leika hálvfinalu ímóti Falkirk, og hóast Føroyar vunnu á teimum í vinardystinum, taptu teir tó dystin 3-1, eftir at støðan í hálvleikinum var 1-1. Aftur hesaferð byrjaðu allir tríggir inni, har Esmar legði upp til føroyska málið. Hákun leikti allan dystin, meðan Johannus og Esmar vóru skiftir út í seinna hálvleiki.

Sum vit skilja á lagnum, vóru allir tríggir sera væl nøgdir við kappingina og teirra egna innstast. Teir hava lært nógv av kappingini, sum teir nú kunnu brúka, at menna seg víðari, og teir vóru eisini móðir, tá teir komu aftur til Føroyar.

Tofta ìtróttarfelag skal við hesum ynskja teimum tillukku við flotta úrslitinum. Vit fegnast eisini um, at teir fingu so nógva leikt tíð, sum teir nú fingu, og síggja eisini fram til at fylgja teimum og øðrum við, tey komandi árini.

Koyr á B68.

Kelda og myndir: www.football.fo