Størsta upplivilsi nakrantíð
Tá Manchester United í síðsti víku, leikti ímóti AS Roma í Champions League, vóru 4 fólk av Toftum og 4 fólk av Nesi, í millum tey 74.000, sum høvdu funnið sær vegin fram til Old Trafford.
Majbritt Benjaminsen og Kim Olsen og synirnir hjá teimum Jann og Andri, vóru saman við Súsan Johannesen og hennara synum Ólavur, Bergur og Filip, farin til Manchester í Englandi, at hyggja eftir teirra dreymaliði, Manchester United. Fyrst høvdu tey líka verið í Parkini í Keypmannahavn, har tey sóu dystin ímillum FC København og FC Midtjylland, sum FC Midtjylland vann 2-0.
Tey vóru øll møtt tíðliga upp á Old Trafford undan dystinum, fyri at føla hýrin á øllum viðhaldsfólkunum, bæði hjá Manchester United og Roma. Undan dystinum heilsaðu tey eisini uppá Harry Gregg, sum var málmaður hjá Manchester United í 1958, tá 23 fólk, teirra millum 8 United leikarar doyðu í einari flogvanlukku í Munchen. Harry Gregg er í dag ein stór hetja, tí hann fekk fleiri fólk út úr tí brennandi flogfarinum, millim annað Sir Bobby Charlton.
Hýrurin var eisini heilt fantastiskur og serliga tá Gary Neville kom á vøllin, fyri fyrstu ferð í 13 mánaðir. Tað einasta sum var eitt sindur skuffandi við dystinum, var at tey ikki komu at síggja Cristiano Ronaldo in Action.
Dagin eftir Champions League dystin, vóru tey á rundferð á Old Trafford, har tey millum annað sótu í stólinum hjá Sir Alex Ferguson, og vóru í skiftingarrúminum hjá Manchester United. Síðani stóð shopping í Down Town Manchester á skránni.
Sjálvt um hettar var ein kostnaðarmikil túrur, so er hettar nakað sum tey øll, uttan iva fara at gera umaftur. Tey vilja eisini mæla øllum Manchester United og fótbóltsfjepparum, at royna tað sama.
Annars skal heimasíðan hjá B68 ynskja Kim Olsen, hjartaliga tilukku við 40 ára føðingardegnum í dag, Dýra Biðidag.
Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri.











