Stovna flogbóltsfelag 17. februar
Hey allir B68 flogbóltslimir
Fyri at flogbólturin ikki skal órógva fótbóltin á Toftum, fara vit at stovna eitt nýtt flogbóltsfelag, og vilja eisini finna eitt navn til felagið. Sum áður nevnt, so hevur tað verið møguligt hjá fólki, at koma við einum hugskoti til navn. Nú eru eisini nøkur nøvn komin inn, og vit fara sostatt at atkvøða um besta navni.
B68 flogbóltur fer nú, at hava ein fund fyri allar sínar limir. Fyri tey, ið eru undir 18 ár og ikki kunnu atkvøða, eru foreldur teirra vælkomin at møta upp og atkvøða. Á fundinum fara vit, at velja eina nevnd, har øll ið brenna fyri flogbóltinum eru vælkomin at bjóða seg fram.
Fundurin sjálvur verður á Svangaskarði mikudagin 17. februar, kl. 19.00. Møtið fjølment og gevi okkum eina hjálpandi hond, til at gera dreymin til veruleika.
Tey boðini sum er komin til nýtt navn eru hesi; Nykur, Nevið, Brimið, Lómur, Vørðan, Borgin, Nesá, Flog-Toftir, Hellan, Nípan, Høganses, Strembingur, Hamar og Toftanes.
Vinarliga
B68 flogbóltur











