Undarlig støða hjá 1. Deild

Tað hevur ikki endast nakað serliga væl hjá 1. Deild hjá B68 í ár, og hóast liðið hevur verið væl manna og væl við í seinastu, hava teir kortini staði eftir sum tapari. Leygardagin var einki undantak, tá næst seinasta umfar fyri summarsteðgin var á skránni.

B68 var á vitjan á Argjum, og liðið var eisini sera væl manna við leikararum sum Jóhan Dávur Højgaard, Niklas Joensen, Oddur Højgaard, André Olsen, Eli Simonsen, Ovi Brim, Kristian Anton Andreassen og Jonleif Højgaard.

Tað byrjaði annars væl hjá B68, ið vóur greitt omaná, har Jonleif Højgaard og Jóhan Dávur Højgaard (brotsspark) løgdu B68 á odda 2-0. Men so gera teir sjálvmál, og eftir eitt verjumistak av teimum heilt stóru var støðan brádliga 2-2. Argjamenn fingu nú blóð á tánna og fingu eitt mál afturat til endaliga úrslitið 3-2 til AB.

Nú B68 hava leikt 14 dystir liggja teir niðast við tveimum stigum, meðan FC Hoyvík hevur 11 stig, og fyrsta liðið omanfyri strikuna er NSÍ við 18 stigum. Men sum støðan er júst nú liggja teir í roynd og veru ikki til niðurflyting, so ótrúligt sum tað ljóðar.

AB liggur aftast í Vodafone deildini, og flyta teir niður, má 1. Deildarliðið hjá teimum niður í 2. Deild. Í 2. Deild liggja FC Hoyvík og Skála til uppflyting, men FC Hoyvík kann ikki flyta upp, tí teir eru frammanundan í 1. Deild. Skal man flyta upp, er neyðugt at enda í topp 3, og á triða plássi liggur 07 Vestur, men teir kunnu heldur ikki flyta upp, tí júst nú liggja KÍ og TB til uppflyting til Vodafone deildina. Slíkt er komið fyri seg fyrr, og kann meiri enn so henda aftur, men er langt eftir á mál.

Koyr á B68.