Úrslit av stuðulsrenningini hjá B68
Úrslit av stuðulsrenningini hjá B68.
Stuðulsrenningin hjá B68 leikarunum bleiv fullførd í besta veðri á Svangaskarði í kvøld kl. 18.30
Vinnarin av gávubrævinum á 1.000 kr. ið bleiv trekt millum stuðlarnar gjørdist Nanna Lamhauge úr Lamba
32 B68 leikarar runnu fyri felagið, og úrslitið varð, at tey tilsamans runnu 519 umfør. Eitt umfar á rennibreytini er 400 metrar, so íalt runnu leikararnir 207,6 km í ein hálvan tíma.
28 mans runnu millum 14 umfør (5,6 km og 20 umfør (8 km) og 4 kvinnur runnu millum 12 umfør (4,8 km) og 13 umfør (5,2 km).
Sera flott úrslit - felagið takkar rennarum og stuðlum fyri góða undirtøku.
Tofta Ítróttarfelag
Koyr á B68











