«2010»Í dag«Aug»
            1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
30 31          
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Dagsins leikari hjá B68 í dystin við Løkin?

Eldri kanningar

Venjaratoymið klárt til 2010

Longu áðrenn kappingin endaði í fjør, var tað greitt, at Bill McLeod Jacobsen fór at halda á fram, sum høvuðsvenjari hjá Vodafoneliðnum hjá B68 fyri 2010. Hóast menn vóru eitt sindur skuffaðir tá kappingin endaði, vóru teir kortini nøgdir við tað, ið var komið burturúr.

Í farnu viku meðan fólk hava sitið heima og eti karamellur, hevur leiðslan hjá B68 verið til arbeiðs, fyri at alt uppá pláss kring venjaratoymið. Ingolf Petersen og Oddmar Andreassen hava báðir ynskt, at halda á fram sum hjálparvenjarar, og tað er nakað sum vit øll eru sera fegin um.

1. Deild hjá B68, høvdu eitt sera gott kappingarár í fjør, og leingi lógu teir heilt frammi í oddinum, umframt teir vóru tað mest skorandi liði í 1. Deild. Seinastu tvey árini hevur Súni Fríði Barbá verið venjari hjá 1. Deild og Unglingum, og nú hann ikki heldur fram, vilja vit øll kring B68, takka honum fyri tvey sera góð og eydnurík ár.

Nýggjur høvuðsvenjari hjá 1. Deild verður Alberg Gaardlykke, meðan Oddmar Andreasen og Trúgvi í Hjøllum koma, at geva honum eina hjálpandi hond. Trúgvi í Hjøllum kemur eisini, at hava høvuðsábyrgdina av Unglingaliðnum hjá B68, sum eisini hevur fingið nøkur góð úrslit tey seinastu árini.

B68 ynskir øllum eini Gleðilig Jól.

Koyr á B68.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.