Víkingur vann 2-0
Leygardagin var venjingardystur nr. 2 hjá B68 á skránni. Leikt var í Norðragøtu, har Víkingur tók ímóti. Víkingur vann dystin 2-0, eftir at støðan í hálvleikinum var 0-0.
Í fyrra hálvleiki var ikki tað stóra fótbóltsspælið at hóma, tó var tað Víkingur sum hevði munin. Besta løtan hjá B68 var teir fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki, men hóast góðar møguleikar og til tíðir eisini gott spæl, fekk B68 ikki bóltin í málið.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Víkingur seg á odda 1-0, og nakað seinni gjørdist støðan 2-0. Seinna mál kom eftir eitt skjótt mótálop, har B68 hevði tveitt nógv fólk fram. Víkingur vann uppiborið, men tað var klárt at síggja, at vit eru tíðliga á árinum.
B68
Hans Jørgensen – Dánjal Pauli Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Einar Hansen – Jonleif Højgaard, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, André Olsen – Remi Langgaard, Emanuel Ukpai.
Á bokninum vóru Kristian Anton Andreassen, Bjarki Johannesen, Uni Djurhuus, Hákun Edmundsson, Haraldur R. Højgaard og Ragnar Lindholm.
Komandi venjingardystur verður leygardagin, har NSÍ vitjar á Svangaskarði.
Koyr á B68












