Vilt tú enduruppliva góðu løturnar frá 2009 ?
Nú er møguleiki at síggja Keita, Jóan Símun og allar hinar gera tað sum teir eru best til á B68 heimasíðuni.
B68 hevur skipað soleiðis fyri at til ber at sýggja kykmyndir á heimasíðuni.
Soleiðis kanst tú síggja kykmyndirnar og enduruppliva súsið frá kappingini har vit helmingin av árinum við góðum fótbólti leiktu toppstríð.
Trýst á “Kykmyndir 2009” í teiginum til høgru á skerminum.
Vel síðan ta umfarið tú vilt enduruppliva.
Vinarliga haldið okkum til góðar fyri dygdini av myndum. (tí tær eru nógv minkaðar fyri at fylla sum minst)
Løturnar eru nú tínar...










