fjal

Vodafonedeildin; B68 - ÍF, kl. 15.00

Í dag kl. 15 koma fuglfirðingar á vitjan hjá B68, sum ikki hava fingið tað heilt stóra burturúr tey seinastu 5 umførini. Fyri júst 6 dystum síðani, vóru B68 fremstir á form-barometrinum, men nú aftaná teir seinastu 6 dystirnar, eru B68 næst niðastir.

Leikararnir hjá B68 eru eisini klárir yvir, at um B68 ikki megnar at vinna dystin, verður tað sera torført, at fáa heiðursmerki burturúr kappingini. Víkingur og NSÍ ið liggja eitt stig frammanfyri B68, hava bæði truplar útidystir ímóti ávikavíst EB/Streymi og HB.

B68 kann tí við einum sigri, gera eitt ordans hál, men tað krevst so eisini, at allir mans vísa ein 100% innsats, tí ÍF er ikki nemmur mótstandari. Sum tað ljóðar, er Niklas Joensen klárur aftur, meðan Øssur Hansen framvegis er skaddur.

Koyr á B68.