Vóru ikki klárir.
HB - B68 1-0 (1-0)
01. 1-0 Tórður Hreiðarsson
Tað vóru nógv toftafólk, at síggja kring vøllin í Gundadali í dag. Vónirnar vóru eisini góðar, nú tey hevði hilnast væl hjá B68 í seinastuni, meðan tað hinvegin kanska ikki hevði hilnast so væl hjá HB. Hjá B68 vóru kortini fleiri broytingar á liðnun; Oddur var í vikuni seyðmaður saman aftur, eftir stoytin við Arnbjørn Hansen, og byrjaði tí á bonkinum. Ndende leikti í miðverjuni, meðan André var á miðvøllinum og Niklas var gliðin út á bonkin. Camara var nú endiliga klárur, og byrjaði inni í álopinum, meðan Vlada var aftur at síggja í B68 málinum frá byrjan.
Dómari í dagsins dysti var svi'in Mattias Nymann, og hann hevði ikki meir enn bríkslað dystin í gongd, tá HB skoraði. B68 leikararnir vóru slett ikki klárir, og longu aftaná 30 sek. royndi Símun Samuelsen seg við skoti úr 40 metrum. Bólturin fór á tvørtræði, har Jóhan Petur var fyrstur á returinum, og stútaði bóltin til horna. Tað burdi hann ikki havt gjørt, tí hann hevði sera góða tíð, og ongin HB'ari var í nánd. Hornasparkið endaði so við, at Tórður Hreiðarsson stútaði bóltin í málið, har B68 verjan sá alt for passiv út.
B68 leikararnir vóru skelkaðir av hesum, og HB hevði lætt spæl, men tað bleiv við 1-0. Sum tíðin gekk kom B68 væl betri við, men tað gekk illa, at koma fram til møguleikar. Tá ið so 20 minuttir vóru leiktir, setti B68 seg fullkomiliga á dystin, og tað kom eisini til sjóndar, at HB liðið ikki er so væl koyrandi í løtuni, men tað dugdu vit tíverri ikki, at gagnýta. B68 kom kortini fram til fleiri góðar møguleikar, men tað manglaði líka tað síðsta. HB hevði eisini sínar møguleikar uppá kontra, men Vlada stóð har sum hann skuldi.
Beint fyri hálvleiki, fær Ndende beinleiðis reytt, tá hann taklar Símun Samulsen heldur harliga. Við 10 ímóti 11 í seinna hálvleiki, visti man at tað fór at verða torført, og tað var tað eisini. B68 royndu at taka tað róligt, og bíða eftir møguleikanum, men hann kom tíverri ikki, og deyðbóltar fekk man heldur einki burturúr. Tað tóktiskt eisini sum um, at HB vóru nøgdir við støðuna, og tordu ikki veruliga at satsa tað stóra, men tað var eisini B68 liðið fyri at takka. HB hevði kortini nakrar heilt stórar møguleikar uppá kontra, men Vlada stóð sera væl í B68 málinum, og tað einu ferðina var stongin fyri.
Reyða korti hjá Ndende gjørdist sjálvandi sera dýrt fyri B68 liðið í dag, men tá tað er sagt, má venjaratoymið hjá B68 eisini taka sína ábyrgd. Teir valdu at gera nakrar ógvusligar broytingar, har teir m.a. koyrdu Ndende i miðverjuna, ístaðin fyri at brúka Pól Jóhannus har. Avtí sama var miðvøllurin hjá B68 heldur tunnur, og Fróði fekk lætt spæl, og B68 vóru noyddir fyri tað nógva, at brúka síðurnar og leypa miðvøllin um.
Camara leikti allar 90 minuttirnar, og hann stríddist eisini væl, men líka sum hjá hinum, manglaði líka tað síðsta. Dánjal Pauli var eisini aftur at síggja á liðnum eftir drúgvan skaða. Hóast tapið skula B68 leikararnir kortini hava rós fyri, at stríðast til seinasta bríksl. Longu mikudagin møtast B68 og HB aftur á Svangaskarði, og tá er Ndende leikbannaður.
Koyr á B68
B68
Vlada Filipovic - Jóhan Petur Poulsen, Ndende Adama Gueye, Jóhan Dávur Højgaard, Øssur Hansen (Niklas Joensen 53.) - André Olsen, Remi Langgaard (Eli Simonsen 81.), Kristian Anton Andreassen (Dánjal Pauli Højgaard 64.) - Ahmed Keita, Ibrahima Camara.











