Sigur í ársins fyrsta venjingardysti
B68 - NSÍ 2-1 (1-0)
1-0 Ahmed Keita
2-0 Eyðun Jacobsen (br.)
2-1 Debes Danielsen
Hóast tað var kalt í veðrinum, vóru fitt av fólki til ársins fyrsta venjingardyst á Svangaskarði, tá B68 hevði vitjan av NSÍ. Frammanundan høvdu EB/Streymur og Víkingur leikt á Svangaskarði, har sundalagsmenn sigraðu 2-1.
Hjá B68 var Vlada Filipovic í mál, Oddur Højgaard og Niklas Poulsen leiktu í miðverjuni, meðan Niklas Joensen og Pól Jóhannus Justinussen vóru ávikavist á høgra og vinstra bakki. Á miðvøllinum mitt fyri leiktu Remi Langgaard og Ndende Gueye, Óli Olsen var í vinstru síðu, meðan Kristian Anton Andreassen var í høgru. Frammi í álopinum leiktu Ahmed Keita og Jóhan Petur Poulsen.
Í fyrra hálvleiki leikaði nokk so javnt á, tó vóru tað B68 sum høvdu bólt meiri og vóru eisini tað vandamiklari liði. Kanska serliga tí at NSÍ lógu heldur langt afturi á vøllinum. Í fyrra hálvleiki kom bara tað eina málið; Jóhan Troest Davidsen misti bóltin til Keita, sum rann framvið Andras Gango í NSÍ málinum, og hóast vinkulin var spískur, megnaði Keita at fáa bóltin í máli til 1-0 til B68.
Frá byrjan í seinna hálvleiki vóru André Olsen, Dánjal Pauli Højgaard og Jóhan Dávur Højgaard skiftir inn fyri Ndende Gueye, Óla Olsen og Niklas Joensen. B68 sat nú eisini á tí nógva og komu eisini fram til nakrar naskar royndir, tó uttan at fáa mál. NSÍ fekk eisini ein stóra møguleika, eftir ein misskiling í B68 verjuni, men onkusvegna megnaði framherjin hjá NSÍ, at skjóta bóltin omanfyri tóma B68 málið.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki, vóru Alex Troleis og Eyðun Jacobsen, skiftir inn fyri Kristian Anton Andreassen og Ahmed Keita. Stutt seinni var Eyðun Jacobsen sendur avstað, og komin fram í brotsteigin var hann feldur og dómarin Johnleif Gerðisá bríklasði fyri brotsparki til B68. Eyðun Jacobsen var sjálvur settur at skjóta, og hann skoraði eisini kanón sikkurt til 2-0 til B68.
Tað seinasta korteri av dystinum, sótu gestirnir á tí mesta, og tað gav eisini úrslit tá umleið 10 minuttir vóru eftir at leika; Jónhard Frederiksberg var sendur avstað frammi í vinstru síðu, spældi bóltin fram til Jann Inga Petersen. Komin fram í B68 brotsteigin, sendi hann tvørtur um til ein púra fríðan Debes Danielsen, og hann skoraði trygt til 1-2.
5 minuttir seinni var líka við, at NSÍ fekk javnað, tá ein B68 leikari eftir eitt horna, ikki veruliga fekk sparka bóltin burtur. Einar Hansen fekk fatur á bóltinum og smekkaði til úr 18 metrum, men Vlada Filipovic vardi fyri við einari einastandandi bjarging, og meir hendi ikki í dystinum.
Sum vit skilja á lagnum, manglaðu Jann Martin Mortensen og Jústinus R. Hansen hjá NSÍ, meðan hjá B68 manglaðu, Øssur Hansen, Jonleif Højgaard, Poul N. Poulsen og Petur Meinhard Magnussen. Sigurin hjá B68 var fult uppiborin, og tann stóri munurin á liðunum var, at B68 sóu út til at verða í nógv betri form enn NSÍ, umframt at B68 leikararnir eisini stríddust nógv meir enn gestirnir gjørdu.
Tað var eisini tíðiligt at síggja, at Keita og Ndende ikki hava sóla sær í Senegal, tí teir vóru mest sum ein klassa omanfyr hinir leikararnar. B68 hava mist Jóan Símun Edmundsson og Nenad Stankovic frá í fjør, men í kvøld vístu Jóhan Petur Poulsen, Kristian Anton Andreassen og kanska serliga 18 ára gamli Remi Langgaard, at teir eisini vilja verða ein partur av B68 liðnum í ár. Oddur Højgaard leikti eisini ein góðan dyst í B68 miðverjuni, so har er heilt sikkurt nógv at byggja uppá.
Eftir ætlan verður næsti venjingardystur leygardagin, tá B36 vitjar á Svangaskarði.
B68
Vlada Filipovic - Niklas Joensen (Jóhan Dávur Højgaard), Niklas Poulsen, Oddur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreassen (Alex Troleis), Remi Langgaard, Ndende Adama Gueye (André Olsen), Óli Olsen (Dánjal Pauli Højgaard) - Ahmed Keita (Eyðun Jacobsen), Jóhan Petur Poulsen.
Koyr á B68











