Smádreingirnir bjóða seg fram í FM stríðnum
Eftir eina heldur slaka byrjan uppá meistarabólkin, hava smádreingirnir hjá B68 av álvara bjóða seg fram í kappingini um meistaraheitið. Næst seinasta vikuskiftið var B68 á vitjan á Sandi, og B68 vann ein greiðan 8-2 sigur á B71.
Leygardagin var so oddaliðið NSÍ á vitjan, og tað var samstundis seinasta útkall hjá B68. B68 leikararnir leiktu ein sera góðan dyst, har teir vóru greitt omaná, bæði leikliga og í upplagdum mál-møguleikum. Leingi sá tó út til, at einki mál skuldi koma, men tá 8 minuttir vóru eftir at leika, var Jóhannus Hansen á rætta staðnum, og skoraði til 1-0 til B68, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
B68 liðið í dystinum ímóti NSÍ
Marius Johansen - Helgi Johannesen, Michal Pryzbylski, Ari Johannesen, Jóhan Tausen - Esmar Clementsen, Dávur Hansen, Hákun Edmundsson, Jann Benjaminsen - Jóhannus Hansen, Kári Fossdalsá.
Sofus Johannesen og Bjarki K. Olsen vóru eykaleikarar, meðan Jóhan Petur Poulsen er venjari.
Í Meistarabólkinum er NSÍ fremst við 13 stigum, HB hevur 12, B68 og KÍ hava 8, meðan B71 og B36 hava 3 stig hvør. B68 og B36 hava leikt ein dyst færri enn hini liðini, og megnar B68 at vinna dystin á B36, koma teir uppá 11 stig, og kunnu tí sjálvir avgera teirra lagnu.
Komandi dystur hjá B68 verður komandi leygardag tá KÍ vitjar á Svangaskarði.
Koyr á B68











