Smápiltar B kappaðust á Svangaskarði

Seinast smápiltar B hjá B68 vóru í dysti, var leygardagin 21. august, tá B71 A, HB F og NSÍ C vóru mótstøðlið.

Fyrsti dysturin hjá B68 var ímóti B71, og hettar var ein sera javnur dystur, har B68 var omaná og vann 6-5. Málskjúttar hjá B68 vóru, Poli L. Hansen og Bárður Ó. Jensen, ið skoraðu tvey mál hvør, meðan Aleksandur Ó. Jensen og Karstin Clementsen skoraðu hvør sítt.

Annar dysturin var ímóti HB, og hann var líka so spennandi sum tann fyrri, men tað endaði tó við, at HB vann 7-6. Málskjúttar hjá B68 vóru Poli L. Hansen, Jákup R. Højgaard og Aleksandur Ó. Jensen, ið allir skoraðu tvey mál hvør, meðan Bárður Ó. Jensen skoraði eitt.

Triði og seinasti dysturin hjá B68 var ímóti NSÍ, og hendan dystin vann NSÍ 6-4. Málskjúttar hjá B68 vóru, Jákup R. Højgaard, ið skoraði tvey mál, og Poli L. Hansen og Bárður Ó. Jensen skoraðu eitt mál hvør.

B68

Heini Mikkelsen - Matteus H. De Franca, Hanus Jacobsen, Aleksandur Ó. Jensen - Jákup Danielsen, Karstin Clementsen, Dánjal Olsen - Poli L. Hansen, Bárður Ó. Jensen, Jákup R. Højgaard.

Koyr á B68